Norsk námsfrøðiútbúgving sum fjarlestur

Norsk námsfrøðiútbúgving sum fjarlestur
Norskt universitet er komið til Føroya at kunna um útbúgvingina
Endamálið er, at føroysk lesandi skulu kunna taka norsku útbúgvingina, uttan at fara av landinum í tíð og ótíð. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
24.10.2024 - 14:06

Gongst sum ætlað fer at bera til at taka eina nýggja námsfrøðiliga útbúgving í Føroyum næsta heyst - sum fjarleystur.

Tað eru universitetið í landsynningspartinum av Noregi, sum stendur fyri útbúgvingini, og fólk frá universitetinum eru komin til Føroya at kunna um møguleikarnar fyri at lesa námsfrøði sum fjarlestur.

Fyri løtu síðan byrjaði kunningarfundur á Seglloftinum á Tvøroyri.

Endamálið er, at føroysk lesandi skulu kunna taka norsku útbúgvingina, uttan at fara av landinum í tíð og ótíð. Og nýggja fjarútbúgvingin skal stuðla teimum lesandi at vera knýtt at arbeiðsmarknaðinum her heima, meðan tey lesa.

Tiltakið í dag er í samráð við Morten Hust Petersen, leiðara á dagstovnaøkinum í Vestmanna kommunu, sum hevur arbeitt við at at fáa nýggjan námsfrøðiligan fjarlestur til Føroya.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672