At hækka húsaleiguna er ikki nóg mikið hjá Bústøðum

At hækka húsaleiguna er ikki nóg mikið hjá Bústøðum
Virksemið skal effektiviserast, einki skal byggjast, tá seinastu íbúðirnar eru lidnar næsta ár, húsaleigan hækkar 10 prosent í tvey ár, og síðani tvey prosent um árið
Húsaleigan hjá Bústøðum skal hækka 10 prosent í tvey ár og síðani tvey prosent um árið. (Savnsmynd)
 
31.10.2024 - 18:00

Tað er ikki nóg mikið, at at Bústaðir hækka húsaleiguna.

Treytirnar fyri, at Húsalánsgrunnurin er haldførur eru millum annað, at einki nýtt verður bygt, tá ibúðirnar, sum standa í gerð, eru lidnar í 2025. 

Hetta liggur millum annað til grund fyri framskrivingunum hjá granskoðarafyritøkuni Januar, sum gjørdi eina meting av langtíðarhaldførinum hjá Bústøðum fyri løgtingsgranskoðararnar, eftir at teir høvdu fingið eina frágreiðing frá landsgranskoðanini, sum vísti á trupulleikar við langtíðarhaldførinum.

 

Jógvan Ósá, stjóri í Bústøðum. 

 

Januar gjørdi eina framskriving saman við Bústøðum, sum vísir, at Bústaðir eru langtíðarhaldførir, treytað av nøkrum broytingum. 

Sjálvt virksemið skal effektiviserast, einki nýtt verður bygt, tá seinastu íbúðirnar eru lidnar næsta ár, og húsaleigan hækkar 10 prosent í tvey ár, og síðani tvey prosent um árið.

Haraftrat eru framskrivingarnar gjørdar við fastari rentu uppá 4,6 prosent og avdráttartíð uppá 30 ár. 

Hækkar rentan upp í 6,5 prosent,  megnar Húsalánsgrunnurin ikki at fáa ein nøktandi rakstur og heldur ikki nøktandi gjaldføri, uttan at hækka leiguinntøkurnar samsvarandi økta kostnaðinum, stendur í frágreiðingini hjá Januar. 

Bústaðir fara at endurfíggja lánini, sigur stjórin í Bústøðum, Jógvan Ósá:

 

31102024_Osa_til_klokkan_18

 

Januar hevur umframt nevndu treytir í sínum framrokningum tað fyrivarni, at verður framvegis prísvøkstur, sum vit hava sæð seinastu árini, verður neyðugt at endurskoða framrokningnarnarhjá Húsalánsgrunninum.  


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. november
RagnarRokk 21.november 2024
182860
Hósdag 21. november
RagnarRokk: Mika Grönholm um Coming Home
182857
Hósdag 21. november
«Dómur heimsins»
183980
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979
Hósdag 21. november
Andaktin
183977