Færri bilar í Sandoyartunlinum - fleiri í Eysturoyartunlinum

Færri bilar í Sandoyartunlinum - fleiri í Eysturoyartunlinum
Í Vágatunlinum vóru eisini fleiri akfør í oktober enn sama mánað í fjør
Í oktober koyrdu 984 akfør í Sandoyartunlinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.11.2024 - 12:20

Akførini, sum brúktu Sandoyartunnilin í oktober, fóru niður um 1.000.

Tey vóru 984 í miðal.

Í september vóru akførini 1.085 í miðal um samdøgrið.

Eysturoyartunnilin brúktu 6.347 akfør. Í oktober í fjør var miðaltalið 5.881.

Í Norðoyatunlinum vóru 4.414 akfør. Tey vóru 4.165 í oktober í fjør.

Í Vágatunlinum vóru eisini fleiri akfør í ár enn í fjør.

Tey vóru 2.997 í oktober í ár og 2.901 í oktober í fjør. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391