Valúrslitið í Hvalba: Kommunusamanlegging ein fjarur tanki

bannari
Valúrslitið í Hvalba: Kommunusamanlegging ein fjarur tanki
Úrslitið í kommunuvalinum í Hvalba vísir, at listi A við aðalmálinum um samanlegging við Tvøroyrar kommunu, fekk trý umboð í kommunustýrið, meðan listi B fekk fýra umboð
 
12.11.2024 - 21:42

Tann stóri spurningurin í valstríðnum í Hvalba hevur verið kommunusamanlegging. Listi A við núverandi borgarstjóranum, Janusi Thomsen, hevði aðalmálið um samanlegging, meðan Listi B ynskti at varðveita kommunurnar hvør í sínum lagi. 

Úrslitið vísir, at kommunusamanlegging helst er ein fjarur tanki. Tí hóast Janus Thomsen við 48 atkvøðum fekk flestar atkvøður, fekk listi A einans 38,5 % av samlaðu atkvøðunum. Harvið hevur listi A fingið trý umboð í kommunustýrið, meðan listi B við 61,5 % av atkvøðunum hevur fingið fýra umboð. 

Ronni Hammer, sum er fyrstvaldur á lista B við 45 atkvøðum, segði við Kringvarpið í kvøld, at nú verður farið eftir borgarstjórasessinum. 

Nývalda kommunustýrið í Hvalba sær soleiðis út: 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286