Almenni arbeiðsmarknaðurin skal hava felags fíggjarkarm

Almenni arbeiðsmarknaðurin skal hava felags fíggjarkarm
Feløgini og sáttmálaparturin skulu sjálvi gera av, hvussu fíggjarkarmurin verður brúktur
Starvsfelagið, Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið skrivaðu í síðstu viku undir nýggjan sáttmála, sum verður galdandi í eitt ár.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
15.11.2024 - 14:06

Samráðingarleisturin, sum hevur verið brúktur á almenna arbeiðsmarknaðin, verður nú broyttur.

Ein stýrisbólkur við umboðum fyri fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum og arbeiðsgevararnar verður valdur við tí endamáli at bøta um samráðingarskipanina. Stýrisbólkurin skal síðani velja ein serfrøðingabólk.

Endamálið er, at almenni arbeiðsmarknaðurin skal hava felags fíggjarkarm, men feløgini og sáttmálaparturin skulu sjálvi gera av, hvussu karmurin verður brúktur. 

Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, hevur góðar vónir um, at almennu fakfeløgini saman kunnu skapa ein felags fíggjarkarm fyri sáttmálasamráðingum frameftir. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

15112024_Suni_Selfoss

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672