Hagstovan kannar, um føroyingar arbeiða líka nógv sum undanfarin ár

Hagstovan kannar, um føroyingar arbeiða líka nógv sum undanfarin ár
Hagtølini um arbeiðsmegi verða gjørd í samsvari við ásetingar hjá altjóða arbeiðsstovninum, ILO, hjá ST
Vinnutíttleikin í Føroyum er 83,9 prosent, 86 hjá monnum og 82 hjá kvinnum. 
Mynd: Hagstovan  
 
18.11.2024 - 08:57

Í hesari vikuni kannar Hagstovan, um fólk í Føroyum eru líka røsk at arbeiða í ár sum undanfarin ár.

Sambært kanningini í fjør vóru 32.655 fólk í føroysku arbeiðsmegini. Vinnutíttleikin er 83,9 prosent, 86 hjá monnum og 82 hjá kvinnum. 

Ísland er nummar tvey.

ES og 32 lond í Evropa eru við í samanberingini.

Kanningin umfatar fólk millum 15-74 ár. 

Vinnutíttleikin í Føroyum er stórur í øllum aldursbólkum, sigur Hagstovan.

 

Ringja til 1.300 fólk

Í hinum endanum eru menninir í Kroatia. Hjá teimum er vinnutíttleikin 64 prosent.

Hjá kvinnunum í Rumenia er hann 48 prosent.

Í hesi vikuni verður kannað, hvussu statt er við vinnutíttleikanum í ár.

Hagstovan ringir millum annað til 1.300 fólk.

Hagtølini um arbeiðsmegi verða gjørd í samsvari við ásetingar hjá altjóða arbeiðsstovninum, ILO, hjá ST.

Hetta tryggjar, at føroysku hagtølini eru sambærlig við tølini hjá hagstovum í øðrum londum, sigur Hagstovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329