Landsfelag Pensjónista: Samhaldsfasti eigur at prísjavna útgjaldið

Landsfelag Pensjónista: Samhaldsfasti eigur at prísjavna útgjaldið
- Sambært prísvøkstrinum burdu vit fingið minst tríggjar ferðir so nógv, sigur Beate L. Samuelsen
Beate L. Samuelsen, forkvinna í Landsfelag Pensjónista
Mynd: Savnsmynd  
 
23.11.2024 - 18:00

1. januar 2025 hækkar mánaðargjaldið úr Samhaldsfasta við 130 krónum. 

Men sambært Landsfelag pensjónista eigur útgjaldið at vera væl hægri.

Tey vilja hava Samhaldsfasta at prísjavna útgjaldið.

 

Útgjald skal fylgja prísvøkstrinum

- Sambært prísvøkstrinum burdu vit fingið minst tríggjar ferðrir so nógv - eini 328 krónur ella meira um mánaðan - í staðin fyri tær 130 krónurnar, tað sigur Beate L. Samuelsen. 

Sambært henni hevur væntandi prísjavnanin stóra ávirkan á støðuna hjá pensjónistum í Føroyum. 

Samhaldsfasti bleiv sett á stovn fyri at hjálpa pensjónistum við at fáa gerandisdagin til at hanga saman fíggjarliga, og tað er júst í eini tíð sum hesari, har tað er blivið munandi dýrari at liva, at pensjónistar eiga at verða hjálptir, sigur Beate L. Samuelsen.

 

Samhaldsfasti skal ikki bjarga haldføri landsins

Landsfelag Pensjónista hevur biðið Samhaldsfasta um at endurskoða niðurstuðuna og prísjavna útgjaldið, men sum nú er vilja tey ikki tað.

Orsøkin, sambært Beate L. Samuelsen, er haldføri hjá landinum og at pensjónisaldurin nú hækkar. 

Beate L. Samuelsen heldur fast í, at hetta ikki hevur nakað við málið at gera.

- Pensjónistar eiga at fáa teir pengarnir, teir hava rætt til. Tað er ikki uppgávan hjá Samhaldsfasta at bjarga haldførinum hjá landinum.

Nú vil Landsfelag Pensjónista hava Samhaldsfasta til enn einaferð at umhugsa støðuna. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 6. juni
Radio Stjernekilde - Partur 3
209129
Leygardag 6. juni
Morgunlestur leygardagur 6.juni 2026
208845
Fríggjadag 5. juni
Vikuskiftið 5 juni 2026
209362
Fríggjadag 5. juni
LEITISSTEIN 05.06.2026 (Kóboykex)
209353
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233