Ikki neyðugt við eykajáttan at afturrinda heilsutrygdargjøld

Ikki neyðugt við eykajáttan at afturrinda heilsutrygdargjøld
Sambært útrokningum hjá TAKS standa 1.293 persónar til at fáa tilsamans 22,3 milliónir krónur afturrindaðar frá Heilsutrygd
Súsanna Bertholdsen er landsstýriskvinna í heilsumálum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
28.11.2024 - 10:16

Tað krevur onga eykajáttan á fíggjarlógini til Heilsutrygd, nú stovnurin stendur at skula afturrinda heilsutrygdargjøld fyri meira enn 22 milliónir krónur.

Tað sigur Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum.

Sambært útrokningum hjá TAKS standa 1.293 persónar til at fáa tilsamans 22,3 milliónir krónur afturrindaðar frá Heilsutrygd.

Í lógaruppskotinum verður sagt, at TAKS noyðist at seta sjey ársverk av til at avgreiða allar umsóknirnar um afturgjald, men neyðugt verður ikki at seta fleiri starvsfólk.

Hoyr innslag í útvarpstóiðindunum:

 

28112024_Susanna_um_Heilsutrygd

 

Ein sonevnd sólseturáseting er i lógaruppskotinum, sum merkir, at lógin fer úr gildi aftur 1. januar 2026. Tað merkir, at um onkur sendir inn umsókn um afturgjald eftir 1. januar 2026, hevur viðkomandi ikki rætt til afturgjald.

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860