Afturrindan ávirkar ikki virksemið hjá Heilsutrygd

Afturrindan ávirkar ikki virksemið hjá Heilsutrygd
Peningurin verður tikin av kontuni, sum kemur inn í heilsutrygdargjaldi næsta ár
Egil á Bø er stjóri í Heilsutrygd.
 
28.11.2024 - 13:38

Tað fer ikki at ávirka virksemið hjá Heilsutrygd, at stovnurin skal rinda meir enn 20 milliónir krónur aftur í heilsutrygdargjaldi.

Tað sigur Egil á Bø, stjóri í Heilsutrygd.

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2025 verður roknað við, at 191 milliónir kr. koma inn í heilsutrygdargjaldi næsta ár.

Og tað verður av hesi kontuni, at afturrindanin av heilsutrygdargjøldum skal takast, um lógaruppskotið um at geva Heilsutrygd heimild at afturrinda heilsutrygdargjald verður samtykt.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

28112024_Heilsutrygd_og_Egil

 

Í innslagnum omanfyri verður sagt, at umrødda kontan verður sett úr 191 milliónum kr. niður í 179 millónir. Rætta talið er 169 milliónir.

Haldið okkum til góðar.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt við Hjalgrim Fonsdal Højgaard
215339