Brynja: Beint nú føli eg onga møði

Brynja: Beint nú føli eg onga møði
Verjukempan, Brynja Høj, spældi enn ein branddyst í føroyski miðverjuni. - Beint nú kenni eg onga møði. Eg eri bara ræðuliga errin og rørd av, at vit hava fingið stig til EM
01.12.2024 - 16:54

Krútsterku kroatisku skjúttarnir fingu harða viðferð, tá teir rendu seg í Brynju Høj, Pernille Brandenborg og hinar í føroysku verjuni í EM-dystinum í St. Jakobshalle í Basel.

Bert 17 ferðir eydnaðist teimum at fáa bóltin í málið, og tá Føroyar eisini skoraði 17 mál, endaði tað við javnleiki og søguligum EM-stigið.

 - Beint nú kenni eg onga møði. Eg eri bara ræðuliga errin og rørd av, at vit hava fingið stig til EM, segði Brynja Høj beint eftir bragdið.

Hon rósti føroysku áskoðarunum, sum kortini ikki vóru teir einastu, sum róptu á Føroyar.

 - Øll høllin var faktist við okkum. Føroysku áskoðararnir stóðu fremst, og har kom øll høllin við, so tað var ræðuliga stuttligt, segði Brynja Høj.

Føroyar runnu aftaná Kroatia stóran part av dystinum, men síðsta korterið var púra javnt, og dysturin kundi farið báðar vegir.

 - Vit byrja at lukta, at stigini eru tætt upp á, men eg haldi, at vit eru líka uppsettar allan dystin. Vit høvdu avtalað áðrenn dystin, at vit skuldu inn við einum ekstremum villskapi, og tað haldi eg, at vit klára at gera allan samlan dystin, segði føroyski varaliðskiparin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375