Undirhondin: Ingi Olsen metir um leikaraavrikini ímóti Kroatia

bannari
Undirhondin: Ingi Olsen metir um leikaraavrikini ímóti Kroatia
Hondbóltsviðmerkjarin hjá Kringvarpinum, Ingi Olsen, metir um leikaraavrikini hjá Føroyum javnleikinum ímóti Kroatia og gevur stjørnur frá einari til fimm
 
01.12.2024 - 17:58

Føroyar berjast fyri hvørjum bólti og tryggjað sær sítt fyrsta EM-stig við 17-17 javnleiki ímóti Kroatia. Aftur hesa ferð verður mett um avrikini hjá Føroyska liðinum, og tað verður gjørt eftir einum 5 stjørnu skala.

5 stjørnur vera givnar fyri ”einastandandi gott avrik”

4 stjørnur vera givnar fyri ”gott avrik”

3 stjørnur vera givnar fyri ”miðal avrik”

2 stjørnur vera givnar fyri ”ikki nøktandi avrik”

1 stjørna verður givin fyri ”sera vánaligt avrik”


Rakul Wardum

Eg velji ikki at geva Rakul karakter fyri bert at koma inn til brotskøst. Hon tekur 1 av 3, men tað hon tekur, er tað avgjørt týdningarmesta á degnum. Rakul er blivin ein málverji, sum hevur tikið sera nógv brotskøst. Týdningarmikið fyri Føroyar at hava.

Annika Fríðheim Petersen 5

Uttan samanbering besti leikarin í dag. 17 bjargingar. Endar við at standa á 55%. Hetta gjørdist ein dystur, har leikararnir blivu trýstir til fleiri skot, og tí vóru umstøðurnar at vera málverji í dag betur enn aðrar ferðir. Men framvegis so skulu skotini bjargast, og tað var so avgjørt dagurin hjá Anniku í dag. Toppklassi.


Claus Mogensen heldur um høvdið, men hann kundi neyvan seta fingurin á framúr góða avrikið hjá Anniku Fríðheim Petersen. MYND: Liselotte Sabroe/RitzauScanpix

 

Turið Arge Samuelsen 3

Ein heilt annar dystur í dag frá Turið. Tordi at taka teir møguleikar sum komu. 5/6 er góðkent. Telur eitt sindur niður, at hon aftur í dag traðkar yvir, tá hon er leys til skot. Men sum heild eitt góðkent avrik.


Turið Arge Samuelsen og Súna Krossteig Hansen fegnast saman við føroysku viðhaldsfólkunum um søguliga EM-stigið. MYND: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix

 

Marita Mortensen 2

Kom á vøllin í nøkur álop, tá vit vildu spara annan áleypara. Fekk møguleikan til eitt skot, sum tó ikki eydnaðist. Men gott at Marita tekur av teimum møguleikum hon fær, tá hon fær teir.

Jana Mittún 3

Jana spælir so gott sum allan dystin í dag, og hon kom til heilar 12 møguleikar. Bert 5 góðu mál. Fleiri av kjansunum vóru rættuliga góðir, og tað er ikki heilt nóg gott at misnýta so nógv skot. Saman við restini av verjuni, stendur Jana ein góðan dyst. Mongu brendu skotini røkka tó bert til eitt 3-tal.


Jana Mittún spældi ein góðan dyst ímóti Kroatia, men mongu brendu kjansirnir telja eitt sindur niður. MYND: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix

 

Súna Krossteig Hansen 3

Súna spælir nógv í dag, men er langt frá líka eyðsýnd í dag, sum undanfarna dyst. Men sum heild gekk spælið væl skjótari í dag, og Súna er altíð ein spælari, sum vil spæla skjótt. Skorar 1/3 í dag, og onkur av møguleikunum er ov illa avgreiddur. Verjuparturin er tó góður.

Lukka Arge

Ikki á dómaraseðlinum.

Brynhild Pálsdóttir 2

Fær tveir møguleikar í dag, men misnýtir báðar. Ikki tí, at plássið ikki var har, men tað var ikki dagurin hjá henni. Verjuparturin var góður.

Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 2

Heldur ikki Lív fekk nakað mál av vonginum í dag. Annar møguleikin var góður, meðan hin var sera vánaligur. Til seinast átti hon eisini at fingið mál, hóast dømt var fyri brotskasti til okkum. Góð í verjupartinum, men av og á ”blitsar” hon heldur djarvt – ella skeivt, og í dag kostaði tað okkurt mál.

Rannvá Olsen

Ikki á dómaraseðlinum.

Anna Elisabeth H. Weyhe 2

Hattin av fyri Annu Elisabeth, at hon tekur seinasta brotskastið, eftir at hava brent tvey onnur. Kortini uttan iva ein skeiv avgerð frá venjaranum at lata hana skjóta. Yngsti leikarin, og hon átti heilt víst ikki at skotið. Hugsað var kanska, at hon gjørdist hetjan við at fáa mál – men tað gjørdist so ikki støðan.

Bjarta Osberg Johansen 3

Fær ikki heilt so stóran leiklut í dag í verjupartinum, tí at verjan koyrdi so sera væl. Fekk tó nakað av spælitíð í sjey móti seks spælinum. Fekk ongan seraligan leiklut í dag, men gjørdi so heldur ongan feil.

Brynja Høj 4

Ein sera góður dystur frá Brynju enn einaferð. Tað er avgjørt tann besta verjan, vit kunna stilla við, tá vit hava verjuna, vit byrjaðu við í dag. Brynja, sum tann, ið traðkar fram, og Pernille tann defensiva. Í dag riggaði hetta væl, og tað var bara sera sterki strikuleikarin, Jezic, sum voldi okkum trupulleikar. Ein sera væl frágingin dystur frá Brynju.


Føroyska miðverjan við Brynju Høj og Pernille Brandenborg á odda stóð stinn allan dystin ímóti harðari mótstøðu. Tað sæst aftur á karakterunum. MYND: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix

 

Pernille Brandenborg 4

Enn ein góður dystur frá Pernille. Samanspælið millum Pernille og Brynju er sera gott, og í dag serdeilis gott. Krútsterka verjan helt Kroatia niðri á ótrúligum 17 málunum. Einasti trupuleikin var, eins og áður, sterki kroatiski strikuleikarin.

Elsa Egholm 3

Elsa fær knappar 20 minuttir í dag. Mestar av hesum í verjupartinum, men er eisini við í nøkrum álopum. Eitt sindur ov anonym í álopinum og misnýtti møguleikan, hon fær har. Men Elsa er vorðin ein sera stinnur verjuleikari. Kroppsligu styrkini feilar einki, og ein skal gera sær ómak, skal sleppast framvið Elsu.

Maria Pálsdóttir Nólsoy 3

Tað góða í dag var, at ferðin á spælinum var høg, og har passar tað sera væl, at Maria byrjaði inni. Sera órædd fekk hon tvey brotskøst, har hon kastar seg millum tveir leikarar, har annars einki plass tyktist at vera. Men tað er annars vert at leggja til merkis, at hon hevur 0/0. Tað er ikki heilt góðkent, at ein bakspælari, sum hóast alt spælir meira enn helvtina av dystinum, einki skot hevur. Verjuparturin var heilt góður.

Bjørk Franksdóttir Joensen

Kom ikki á vøllin

Lív Bentsdóttir Zachariasen

Kom ikki á vøllin


Venjarin fegnast, og tað kann hann saktans. Claus Mogensen hevur leitt Føroyar til søguligt EM-stig. MYND: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix

 

Claus Mogensen 3,5

Liðið var sum hamskift í dag. Eitt heilt annað úttrykk. Og beinanvegin sást, at kvinnurnar vildu nakað annað. Seinast gav eg venjaranum høvuðsábyrgdina fyri, at liðið ikki var klárt, og í dag fær Claus so heiðurin fyri, at tær so sanniliga vóru klárar. Og tá meini eg klárar at verja. Tí álopið gekk ikki væl, og alt í verðini ov nógvir møguleikar blivu brendir.

Men at klára at fáa stig móti sterkum kroatiskum liðið er serstakliga flott. Og tað sigur nakað um, at okkurt er gjørt rætt.

Tað er fyri mær óskiljandi, at sami leikari sleppur at skjóta brotskast eftir at hava brent tvær ferðir. Serliga tí, at talan er um sera ungan leikara. Tað telur eitt sindur niður í einum annars fantastiskum avrikið.


Obligatoriska felagsmyndin. Stór løta hjá øllum í føroyska EM-hópinum. MYND: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. januar
Góðan morgun Føroyar
186611
Týsdag 21. januar
Orðaval #10 - indoevropiska málfamiljan
186600
Týsdag 21. januar
Morgunlestur týsdagur 21.januar 2025
186424
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Nýggjastu sendingar í SV