Rakul Wardum aftur í topp-fimm hjá EHF

Rakul Wardum aftur í topp-fimm hjá EHF
Annika Fríðheim Petersen stóð ein frálíkan dyst ímóti Kroatia, men EHF hevur gott eyga á Rakul Wardum. Hon er aftur hesa ferð á topp-fimm listanum fyri bjargingar
02.12.2024 - 09:20

Rakul Wardum slapp ikki at spæla nógv ímóti Kroatia; tað syrgdi Annika Fríðheim Petersen fyri við framúr góðum málmansavriki og einum bjargingarprosenti, sum lá um tey 55 prosentini.

Men tá Rakul Wardum fekk møguleikan, tók hon kortini av í stórum stíli. Smáir 56 minuttir vóru spældir, og støðan var 17-17, tá hon kom í málið til brotskast. 

Katarina Pavlovic royndi seg við skotið til vinstru, men Rakul Wardum var kvik og vardi fyri. Onki mál kom afturat, og Føroyar fekk søguligan javnleik. Fyri tað hevur Rakul Wardum fingið pláss á topp-fimm listanum hjá EHF fyri bjargingar á 4. leikdegi.  

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891
Fríggjadag 10. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7)
206865
Fríggjadag 10. apríl
Guðrið Hansdóttir í løtuni á Velbastað
206877
Fríggjadag 10. apríl
Tíðinafundur - teknmálstulkað
206873