Tekur undir við at leingja uppihaldsloyvi til ukrainsk flóttafólk

Tekur undir við at leingja uppihaldsloyvi til ukrainsk flóttafólk
Rættarnevndin sigur einki benda á, at kríggið í Ukraina endar skjótt
Níggju atkvøðugreiðslur eru í tinginum í dag.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.12.2024 - 08:47

Rættarnevndin hjá løgtinginum tekur undir við at leingja uppihaldsloyvini hjá flóttafólkunum úr Ukraina til 17. mars 2026, sum landsstýrismaðurin í lógarmálum hevur skotið upp. 

Rættarnevndin sigur einki benda á, at kríggið í Ukraina endar skjótt. 

Tí hava fólk úr Ukraina enn tørv á friðskjóli.

Talan er um ríkislógartilmæli, tí lógin er donsk.

Atkvøðast skal um málið á tingfundinum í dag.

Atkvøðast skal eisini um átta onnur tingmál í dag.

Tingfundurin í dag er klokkan eitt.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860