Nógvir veikleikar í lógaruppskoti

Nógvir veikleikar í lógaruppskoti
Meirilutin í trivnaðarnevndini, nevndarlimirnir hjá andstøðuni, mæla frá at samtykkja uppskotið hjá landsstýrinum um tillagað starv
12 atkvøðugreiðslur eru í løgtinginum í dag.
 
05.12.2024 - 06:34

Ófráboðaðir fyrispurningar til landsstýrisfólk og løgmann eru á dagsskránni hjá løgtinginum í dag.

Annars eru seks triðju viðgerðir og eisini seks aðru viðgerðir, so 12 atkvøðugreiðslur vera í tinginum í dag.

Millum annað skal tingið atkvøða um lógaruppskotið um tillagað starv.

Meirilutin í trivnaðarnevndini, nevndarlimirnir hjá andstøðuni, mæla frá at samtykkja uppskotið hjá landsstýrinum.

Meirilutin heldur, at høvdu hoyringar verið, var hetta málið als ikki komið í løgtingið, tí øll, sum eru hoyrd, eru í móti tí.

Nógvir veikleikar eru í uppskotinum, sigur meirilutin. Hann nevnir sjey veikleikar.

Millum annað vera færri á arbeiðsmarkaðinum, og sparing verður eingin. 

Samgonguumboðini í nevndini mæla til at samtykkja uppskotið.

Tey heita á landsstýriskvinnuna í almannamálum um saman við pørtunum á arbeiðsmarknaðinum at eftirmeta skipanina og kanna, hvørjar tillagingar eiga at vera gjørdar fyri at framtíðartryggja skipanina.

Trivnaðarnevndin viðgjørdi uppskotið á seks fundum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. januar
RagnarRokk 29.januar 2026
201526
Hósdag 29. januar
RagnarRokk: Joel Ekelöf um Reliance
201525
Hósdag 29. januar
Nýtt ljóð
203443
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376
Mikudag 28. januar
Hetta er Emma
203377