Løgreglan kannar mál um valsvik

bannari
Løgreglan kannar mál um valsvik
Hetta er fyrstu ferð í Føroyum, at valsvik er meldað
Fútin veit ikki at siga, nær málið um valsvik er liðugt kannað. (Savnsmynd)
 
05.12.2024 - 08:50

Málið um valsvik í Runavíkar kommunu á kommunuvalinum 12. november verður framvegis kannað, sigur Michael Boolsen, fúti.

Hann veit ikki at siga, nær kanningarnar eru lidnar.

Jonhard Danielsen í Oyndarfirði meldaði valsvik til politiið.

Í fínteljingini misti Jonhard Danielsen eina atkvøðu, sum hoyrdi til valstaðið í Oyndarfirði.

Tað gjørdi, at hann og Jóhan Vest høvdu eins nógvar atkvøður.

Lutakast var tí. Og tað vann Jóhan Vest.

 

Runavíkar býráð hevur samtykt at staðfesta niðurstøðuna hjá valnevndini, sum sigur, at valúrslitið eigur at vera standandi eins og kunngjørt var eftir fínteljingina.

 

Hevur atkvøðuseðilin

Politiið hevur atkvøðuseðilin, talan er um. 

Hetta er fyrstu ferð í Føroyum, at valsvik er meldað.

Býráðið í Runavík staðfesti niðurstøðuna hjá valnevndini.

Niðurstøðan er, at valúrslitið eigur at vera standandi eins og kunngjørt var eftir fínteljingina.

Jonhard Danielsen kærdi eisini býráðsvalið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 7. mai
RagnarRokk 7.mai 2026
207512
Hósdag 7. mai
RagnarRokk: Johnny Gioeli um Shout
207511
Hósdag 7. mai
Eitt korter við
208021
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947