Sirið Stenberg tekur uppskot um arbeiðsfremjandi tiltøk aftur

Sirið Stenberg tekur uppskot um arbeiðsfremjandi tiltøk aftur
Uppskotið skuldi kom til aðru viðgerð í dag
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.12.2024 - 09:28

Málið um arbeiðsfremjandi tiltøk verður tikið aftur.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, hevur í morgun boðað løgtinginum frá, at hon tekur uppskotið aftur.

Uppskotið, sum hevur verið til viðgerðar í trivnaðarnevndini, skuldi koma til aðru viðgerð á tingfundinum í dag.

Sirið Stenberg sigur í tíðindaskrivi, at hon ásannar, at eitt so stórt mál krevur meiri viðgerð, aðrenn broytingar verða gjørdar.

- Uppskot um arbeiðsfremjandi tiltøk ger stór inntriv í gerandisdagin hjá fólki, og eigur tí ikki at vera partur av einari fíggjarlóg. Málið krevur eina størri viðgerð, og tí er málið tikið aftur, sigur Sirið Stenberg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026