Landsstýriskvinnan: Vit skulu hava dagførdan bústaðarpolitikk

Landsstýriskvinnan: Vit skulu hava dagførdan bústaðarpolitikk
Løgtingið viðgjørdi í gjár uppskot til samtyktar frá løgtingsgrannskoðarunum um frágreiðingar um Húsalánsgrunnin
Bústaðir byggja í løtuni íbúðir við Dalavegin í Havn.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.12.2024 - 10:53

- Vit skulu gera ein nýggjan dagførdan bústaðarpolitikk

Tað sigur nýggja landsstýriskvinnan í bústaðarmálum, Margit Stórá.

- Vit mugu gera greitt, hvønn málbólk vit skulu byggja til, samstundis sum vit gera ein yvirskipaðan bústaðarpolitikk, segði Margit Stórá í tinginum í gjár.

 

Margit Stórá er landsstýriskvinna í bústaðarmálum. 

 

Løgtingið viðgjørdi í gjár uppskot til samtyktar frá løgtingsgrannskoðarunum um frágreiðingar um Húsalánsgrunninum.

Talan er bæði um frágreiðingina frá grannskoðarafyritøkuni Januar og frá landsgrannskoðanini. 

Undir orðaskiftinum funnust bæði tingfólk í samgongu og andstøðu at Bústøðum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum her:

 

11122024_Bustadarpolitikkur

 

Uppskotið hjá løgtingsgrannskoðarunum er nú farið í fíggjarnevndina. 
 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928