Fíggjarlógin viðgjørd í løgtinginum í dag

Fíggjarlógin viðgjørd í løgtinginum í dag
Løgtingið fer í dag at viðgera og møguliga atkvøða um uppskotið hjá landsstýrinum um fíggjarlóg fyri 2025
Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.12.2024 - 09:01

Fíggjarlógaruppskotið hevur 120 milliónir krónur í halli, nú tað er komið aftur úr fíggjarnevndini hjá løgtinginum.

Tað eru 37 milliónir krónur meira enn fíggjarlógaruppskotið, sum Ruth Vang, landsstýriskvinna, legði fyri løgtingið 30. september.

Samgongumeirilutin í fíggjarnevndini hevur eina røð av broytingum, og harumframt eru broyttar inntøkumetingar tiknar við í álitið, sum kom fríggjadagin.

 

1,1 mió. kr. til Hagstovuna

Millum broytingaruppskotini frá samgongumeirilutanum í fíggjarnevndini eru 1,1 millión krónur afturat til Hagstovuna, Málráðið fær 300.000 krónur afturat, og nýggja sjósavnið á Argjum fær 2,5 milliónir krónur.

Andstøðuminnilutin hevur eisini nógvar broytingar.

Við teirra broytingum og raðfestingum verður undirskotið 112 milliónir krónur.

Tingfundurin í dag er klokkan tíggju.

Fimm mál eru í dagsskránni.

Teirra millum er integratiónslógin, sum skal hava aðru viðgerð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744