Sigvald Zachariasen: - Nýggja brúgvin eitt stórt framstig

Sigvald Zachariasen: - Nýggja brúgvin eitt stórt framstig
Nú sleppa bæði bilar og gongufólk trygt um ánna. Hetta er ikki minst gott hjá mongu skúlanæmingunum, sum brúka brúnna hvønn dag
 
17.12.2024 - 10:00

Um vikuskiftið læt nýggja brúgvin millum Hvalvík og Streymnes upp. Brúgvin um Stórá er staðsett har tvær aðrar brýr áður hava staðið. Tann fyrsta var bygd síðst í 1920'unum, og onnur miðskeiðis í 50'unum. Hetta veit Sunda kommuna at siga.

Sigvald Zachariasen, sum býr í Streymnesi, sigur, at tey lokalu fegnast um nýggju brúnna um Stóra. Hon ger sítt til at samansjóða Hvalvík og Streymnes. Í gomlum døgum vóru bygdirnar púra hvør sítt, men soleiðis hugsa fólk ikki longur, sigur Sigvald við einum brosi.

Arbeiðið at gera brúnna var av fyrstan tíð boðið út í 2023. Tá valdi Sunda kommuna at bjóða arbeiðið út av nýggjum, tí bara eitt tilboð kom inn. Síðani var arbeiðið boðið út av nýggjum í mars í ár, og tá komu fýra tilboð. Broytingar vóru eisini gjørdar í nýggja útboðnum.

Nú nýggja brúgvin um Stórá er tikin í nýtslu, er hon 22 metrar long og 6,5 metrar breið.

Sambært Sunda kommunu er hædd tikin fyri ferðslutrygd og ábærari ferðslu við nýggju brúnni, samstundis sum hon er bygd til tunga ferðslu.

Tað er fyritøkan Malltek, sum hevur gjørt nýggju brúnna. Arbeiðið byrjaði í juni í ár.

1714841

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815