Prísirnir hækka minni

Prísirnir hækka minni
Prísvøksturin í Føroyum heldur fram, men prísirnir hækka ikki við somu ferð, sum teir hava gjørt
Matur og drykkjuvørur verða framvegis dýrari. Í tí bólkinum er prísvøksturin 4,1 prosent.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (savnsmynd)  
 
21.12.2024 - 10:06

Prísvøksturin í Føroyum heldur fram, men prísirnir hækka ikki líka skjótt, sum teir hava gjørt.

Prísvøksturin er vaksin 0,8 prosent frá novembur í fjør til novembur í ár.

Brúkaraprístalið mátar prísgongdina á vørum og tænastum, sum eru partur av nýtsluni hjá húsarhaldunum.

Brúkaraprístalið er nú 143,5. Størsti vøksturin, 4,1 prosent, er í høvuðsbólkinum “Matur og drykkjuvørur”, og har er prístalið nú 166,6.

Men í høvuðsbólkinum “býli” er prístalið fallið 4,2 prosent, so tað nú er 150,7.

Miðalprísvøksturin hetta seinasta árið hevur verið tvey prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026