Hava kært niðurstøður í málinum um útbygging hjá Varðanum Pelagic

Hava kært niðurstøður í málinum um útbygging hjá Varðanum Pelagic
Felagsskapurin "Livilig kor" undrast á, at Tvøroyrar býráð hevur givið byggiloyvi, meðan kæran verður viðgjørd. "Livilig kor" hótta við at melda
Fyri nýggjár handaði Kristin Michelsen, borgarstjóri, Ólavi Bjarkhamar, rakstrarleiðara á Varðanum Pelagic, byggiloyvi til nýggju protein- og lýsiverksmiðjuna.
Mynd: Tvøroyrar kommuna  
 
02.01.2025 - 12:20

Leygardagin 28. desembur handaði Tvøroyrar kommuna Varðanum Pelagic byggiloyvi til nýggju protein- og lýsiverksmiðjuna á Tvøroyri, sum hevur verið á veg í tvey ár.

Men felagsskapurin “Livilig kor”, ið hevur mótmælt ætlanini og kært hana, skilir ikki, at byggiloyvi kann verða givið, uttan at øll neyðug loyvi eru til staðar.

“Livilig kor” bíða eftir nýggjum niðurstøðum frá Umhvørvismálaráðnum og Yvirfriðingarnevndini, men tað kann taka sína tíð.

 

Rósa Heinesen.

 

Felagsskapurin vísir millum annað á, at Yvirfriðingarnevndin ikki kann væntast at koma við nakrari niðurstøðu fyrr enn tíðliga í vár.

- Men fer nøkur bygging í gongd, áðrenn tær niðurstøðurnar eru komnar, verður tað meldað, sigur Rósa Heinesen, forkvinna í "Liviligum korum."

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

02012025_Vardin_

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392