Ísland: Bjarni Benediktsson gevst í politikki

Ísland: Bjarni Benediktsson gevst í politikki
Hann stillar ikki uppaftur til formanssessin í Sjálvstæðisflokkinum, og hann gevst eisini sum altingsmaður
Bjarni Benediktsson hevur verið formaður í Sjálvstæðisflokkinum síðani 2009.
 
06.01.2025 - 14:33

Bjarni Benediktsson stillar ikki uppaftur sum formaður í Sjálvstæðisflokkinum á komandi landsfundinum. Samstundis boðar hann frá, at hann leggur sessin í Altinginum frá sær.

Bjarna Benediktson boðaði frá hesum seinnapartin á sínum facebook-vanga.

Sostatt verður formansskifti í Sjálvstæðisflokkinum  í næstum.

 

Formaður síðani 2009

Bjarni Benediktson var fyrstu ferð valdur í Altingið fyri Sjálvstæðisflokkin á vári 2003. Hann var fyrstu ferð formaður í flokkinum í 2009, tá ið Geir Haarde legði frá sær.

Fyrstu árini var Sjálvstæðisflokkinum í andstøðu, men eftir tað var flokkurin altíð í stjórn undir hansara leiðslu.

Fyrst saman við Framsóknarflokkinum frá 2013 til 2017, síðan eitt stutt tíðarskeið saman við Viðreisn og Bjartari Framtíð, til Vinstru-grønu og Framsóknarflokkurin sótu við valdið saman við Sjálvstæðisflokkinum frá 2017 til 2024.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482