Danmarks Radio dubbar sína nærveru í Grønlandi

Danmarks Radio dubbar sína nærveru í Grønlandi
DR fer at hava fastan journalist í Grønlandi fram til í summar
DR-tíðindamaðurin Lasse Lindegaard skal arbeiða í Grønlandi fram til í summar
Mynd: Omid Jafi/DR  
 
09.01.2025 - 16:11

DR økir nú sína nærveru í Grønlandi – í øllum førum fram til summarið. 

– Týdningurin av Grønlandi er eyðsýndur, og tað krevur eina journalistiska nærveru – ikki  bert tá týðandi gestir lenda.

Soleiðis skrivar DR í einum tíðindaskrivi, nú danski miðilin hevur gjørt av, at senda journalisturin Lasse Lindegaard til Grønlands, har hann í fyrstu syftu skal arbeiða fram til í summar, har hann skal lýsa viðurskifti í Grønlandi og Arktis.

Arbeiðssetningurin hjá journalistinum verður at hava eitt greitt fokus á tíðina fram til og eftir komandi grønlendska valið, sum verður í seinasta lagi 6. apríl.

– Grønland stendur fyri eini sera avgerandi tíð við nógvum áhugamálum, sum skulu avgera og mynda framtíðina hjá grønlendingum. Eg gleði meg at ferðast til býir og bygdir at hoyra, hvørjar dreymar og ósemjur fólkið hevur, og hvat fólk halda um vaksandi uppmerksemi frá umheiminum, sigur Lasse Lindegaard.

Tíðindamaðurin hjá DR verður væntandi upp á pláss í Nuuk longu í næstu viku, skrivar DR.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. juni
RagnarRokk: Aslak Bjørn um Bauta
209100
Mánadag 22. juni
Morgunlestur mánadagur 22.juni 2026
209938
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974