Gluggavarpið: Treytaða fongsulsrevsing í fimm mánaðir

Gluggavarpið: Treytaða fongsulsrevsing í fimm mánaðir
Ákæruvaldið kravdi treytaleysa fongsulsrevsing
Dómsfólk vóru ikki við í viðgerðini hjá Føroya rætti, so kravið hjá ákærduvaldinum kundi tí ikki fara upp um seks mánaðir. (Savnsmynd)
 
24.01.2025 - 18:00

Ein maður er í Føroya rætti dømdur treytaða fongsulsrevsing í fimm mánaðir í sambandi við málið um Gluggavarpið.

Løgreglan fekk í mai 2020 fráboðan um Gluggavarpið, sum bjóðaði út sjónvarpsrásir úr øllum heiminum.

Fráboðanin kom úr einum øðrum landi enn Føroyum.

Og í juni 2022 var ein maður skuldsettur í málinum og síðani ákærdur fyri at bróta eina grein í revsilógini um upphavsrætt.

Ákæruvaldið kravdi treytaleyst fongsul í fimm mánaðir.

Maðurin noktaði seg sekan.

Dómsfólk vóru ikki við í viðgerðini hjá Føroya rætti, so kravið hjá ákærduvaldinum kundi tí ikki fara upp um seks mánaðir.

Gluggavarpið hevði 300 viðskiftafólk. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655