Landsstýrismaðurin í vinnumálum fær ongan stuðul í málinum um partabrøvini

Landsstýrismaðurin í vinnumálum fær ongan stuðul í málinum um partabrøvini
Hvørki Ruth Vang, Aksel V. Johannesen ella Beinir Johannesen taka undir við landsstýrismanninum í vinnumálum
Hvørki andstøða ella samgonga vilja vita av ætlanum hjá landsstýrismanninum við vinnumálum at leggja seg út í, hvussu vinnulívið stýrir sínum viðurskiftum
 
24.01.2025 - 18:38

Politiska skipanin skal ikki blanda seg uppí viðurskiftini hjá privatu vinnuni.

Tað sigur Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum, í einari viðmerking til tað, sum Høgni Hoydal, landsstýrismaður við vinnumálum, segði í sambandi við, at eigararnir av Articon hava gjørt av at selja 80 prosent av parapeninginum til donsku byggifyritøkuna, Per Aarsleff.

Tá tað kom fram, at teir báðir stovnararnir, og størstu partaeigararnir, høvdu gjørt av at selja partabrøvini av landinum, gav landsstýrismaðurin við vinnumálum ilt av sær, og hann í samrøðu við útvarpið hjá KvF segði hann, at hann ætlaði at kalla vinnuna inn til eitt prát.

Men tað verður so ikki við stuðuli, hvørki frá samgongufeløgunum úr Framsókn og Javnaðarflokkinum, og tað verður heldur ikki við stuðuli frá Fólkaflokkinum, sum situr í andstøðu.

Ruth Vang, landsstýriskvinna við fíggjarmálum og forkvinna í Framsókn, harmaðist, at eigararnir hava valt at selja av landinum, men tað er teirra fulli rættur, segði hon. Heldur enn at tosa við vinnuna um søluna eigur landsstýrið heldur at kanna, hvussu mann kann gera umstøðurnar hjá vinnuni betri.

Heldur ikki Aksel V. Johannesen, løgmaður, vil kennast við uppskotið hjá Høgna Hoydal. Hetta er innan fyri lógarinnar karmar og tí er einki at koma eftir, segði løgmaður, sum eisini segði, at hetta ikki er nakað, sum samgongan yvirhøvur hevur tosað um.

Beinir Johannesen er formaður í Fólkaflokkinum, og hann er samdur við hinum báðum um, at hetta ikki er eitt mál fyri politisku skipanina, sum tí skal halda fingrarnar vekk.

 

Lurta eftir innslagnum, sum var í tíðindasendingini í kvøld, fríggjakvøldið.

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. mai
Vikan 3. mai 2025
191375
Leygardag 3. mai
Morgunlestur leygardagur 3.mai 2025
191019
Fríggjadag 2. mai
Vikuskiftið 2 mei 2025
191349
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 2. mai
Veðrið
191347
Fríggjadag 2. mai
KAKUMiKS (5:7)
191336
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187