Á Skúlanum við Løgmannabreyt eru tey til reiðar

Á Skúlanum við Løgmannabreyt eru tey til reiðar
Í dag er fyrsti skúladagur, og Summarmorgun hitti í morgun fráfarandi skúlastjóran og ein spildur nýggjan lærara á Skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík
Høgni Joensen, fráfarandi skúlastjóri, og Tórun Lindenskov Samuelsen, nýggjur lærari.
 
12.08.2026 - 14:09

-Tað mest umráðandi er, at børnini í 1. flokki kenna seg trygg beinanvegin. Tað hevur stóran týdning, at fyrsti skúladagur er væl eydnaður, sigur Høgni Joensen, skúlastjóri í Skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík.


Tórun Lindenskov Samuelsen er spildur nýggjur lærari, og hon sigur, at læraragerningurin hevur altíð drigið, sjálvt um hon í mong ár hevur arbeitt á skrivstovu. Tí fór hon á Læraraskúla og varð liðug í ár.


- Eg eri glað fyri, at eg fekk starv á júst hesum skúlanum, tí míni børn hava gingið og ganga her, og mær dámar væl mentanina á skúlanum, sigur Tórun.


Hvørki hon ella skúlastjórin Høgni óttasi fyri vitlíki, tí tað verður eitt hent amboð, um tað verður brúkt rætt, eru tey á einum máli um.


Høgni Joensen hevur verið skúlastjóri á Skúlanum við Løgmannabreyt, siðani skúlin lat upp í 2008. 1. september leggur hann frá sær fyri aldur, og hann óttast ikki, tí hann veit, at skúlin er í góðum hondum.


Lurta eftir samrøðuni við Høgna og Tórun, sum var í Summarmorgni í morgun, her:

 

1826642

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329