- Tíðindi, mentan og ítróttur
Magnus Dahl aftur til heimbygdina at seta Ljósfestina

Um vikuskiftið verður Ljósfest, sum Vágs kommuna skipar fyri.
Nógv tiltøk eru á skránni til stór og smá - eitt nú fleiri listaframsýningar, tónleikaframsførslur, sølutorg, ponyríðing, barnaundirhald við Trøllapæturi, stórt fýrverk, sum nýggjársnevndin skipar fyri, sunnudagsskúli og felagsmøti.
Hvørt ár verður ein persónur biðin um at seta Ljósfestina, og í ár er tað Magnus Dahl.
Magnus er ættaður úr Vági, og sonur Jákup og Edith Dahl. Abbi hansara, Petur Dahl, var sóknarstýrisformaður og ein av oddamonnunum aftanfyri elverkið í Botni. Hann helt eisini røðuna til fyrstu Ljósfestina tann 18. juli 1921, tá elverkið varð tikið í nýtslu.
Nú 105 ár seinni er tað also abbasonur hansara, Magnus Dahl, sum setur Ljósfestina í Vági, og hann fegnast um, sum útiseti at koma heim til heimbygdina at seta Ljósfestina:
- Tað er ein stórur heiður at vera biðin um at seta hetta góða tiltakið, sum hevur týdning fyri bygdina, og at varpa ljós á søguna um elverkið og orkuframleiðslu í Suðuroynni, sigur Magnus.
Magnus hevur búð í Danmark alt sítt vaksna lív. Hann tók útbúgving í sálar- og lívfrøði við Lærda háskúlan í Keypmannahavn, og starvaðist frá 1995 til 2020 sum lektari í sálarfrøði á Roskilde Universiteti. Har er hann enn virkin sum docent emeritus, og arbeiðir við einari verkætlan um menningina av djóralívinum frá minstu einkyknaðu organismunum til menniskja. Endamálið er at skilja hesa menningina við nýggjum tilgongdum.
Magnus Dahl hevur altíð hildið fast í sínum føroyska upphavi, og syngur við Húsakórinum í Keypmannahavn. Hann hevur eisini verið virkin í kappróðrarfelagnum Neystinum í Ishøj.
Lurta eftir prátinum við Magnus Dahl, sum var í sendingini Summarmorgun:
Til ber at síggja skránna til Ljósfestina á vagur.fo.



























