Fýra ísraelskir gíslar latnir leysir

Fýra ísraelskir gíslar latnir leysir
Fýra ísraelskir gíslar eru fyri lítlari løtu síðani latnir leysir í Gasa og komnir til Ísrael
Tær fýra kvinnurnar, ið vórðu latnar leysar í dag, áðrenn tær fóru í Reyða Kross bilarnar, sum koyrdu tær til Ísrael.
Mynd: Dawoud Abu Alkas/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
25.01.2025 - 10:27

Gíslarnir fóru í bilar hjá Reyða Krossi. Herurin í Ísrael tók ímóti teimum, og teir eru nú komnir heim.

Talan er um fýra kvinnur, ið eru leyslatnar. Tær eru 19 og 20 ár gamlar. Tær vóru allar kvinnuligir hermenn, og høvdu sum uppgávu at ansa eftir markinum millum Ísrael og Gasa, tá ið lopið varð á Ísrael 7. oktober í 2023, og tær vóru tiknar gíslar.

Vápnahvíldin millum Ísrael og Gasa kom í gildi fyri eini viku síðani. Tá var avtalað, at 33 ísraelskir gíslar skuldu sleppa leysir í fyrsta umfari.

Tríggir gíslar vóru latnir leysir sunnudagin, og nú fýra afturat.

 

200 fangar í býti

Næstan 200 palestinskir fangar vera vantandi leyslatnir úr ísraelskum fongslum í dag í býti fyri gíslarnar.

Nakrir av teimum hava sitið langar dómar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. januar
Ættirnar syngja og suða
202225
Sunnudag 4. januar
Bolero - Nýggjárstónleikur
202219
Sunnudag 4. januar
Guðstænasta í Christianskirkjuni
202218
Leygardag 3. januar
TEMAPLÁTAN: Everything, The Bangles, 1988
202215
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 4. januar
Møti hjá Frelsunarherinum
202233
Sunnudag 4. januar
Andakt við Rasmus Petersen
202230
Fríggjadag 2. januar
Veðrið
202182
Hósdag 1. januar
Upp á gólv
202150