Søkja aftur eftir løgfrøðingi

Søkja aftur eftir løgfrøðingi
Klaksvíkar kommuna roynir nú aðru ferð innan fyri ein mánað at fáa fatur á einum løgfrøðingi til stjórnarskrivstovuna
 
25.01.2025 - 16:22

Klaksvíkar kommuna, sum fyri einum mánaði síðani søkti eftir løgfrøðingi til stjórnarskrivstovuna, søkir nú aftur eftir løgfrøðingi.

Starvið snýr seg um at veita løgfrøðiliga ráðgeving og sparra við leiðslu, starvsfólkaeind og onnur í kommununi. 

Eisini fevnir tað um samskifti við uttanhýsis aktørar, herundir almennar stovnar, Kommunufelagið og viðkomandi myndugleikar.

Ábyrgd av dátuvernd
Løgfrøðingurin skal menna mannagongdir og ráðgeva starvsfólkum í ymiskum málum, so sum um málsviðgerð og alment innlit.

Eisini skal løgfrøðingurin hjá Klaksvíkar kommunu hava yvirskipaðu ábyrgdina av dátuverndarøkinum.

Freistin at søkja starvið er 6. februar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890