Kirkjugarðsvígsla í Leirvík

Kirkjugarðsvígsla í Leirvík
Eysturkommuna, Leirvíkar kirkja og Hebron skipa fyri kirkjugarðsvígsluni, sum verður í morgin klokkan 12.30.
Nýggi parturin av kirkjugarðinum í Leirvík gevur um 340 nýggj gravpláss
Mynd: Eysturkommuna  
 
25.01.2025 - 16:37

Í morgin klokkan 12.30 verður kirkjugarðsvígsla í Leirvík, har tey hava víðkað kirkjugarðin norðureftir.

Kirkjugarðurin varð eisini víðkaður mitt í 80-unum, men við millum 10 og 12 nýggjum gravum um árið var nú aftur neyðugt við eini víðkan.

Í fyrsta umfari eru umleið 340 nýggj gravpláss fingin, men seinni ber til at víðka garðin niðaneftir og fáa onnur 300 gravpláss aftrat.

Felags um vígslu
Tað eru Eysturkommuna, Leirvíkar kirkja og Hebron, ið skipa fyri kirkjugarðsvígsluni, ið byrjar við, at sungin verður ein sálmur, meðan gingið verður rundan um nýggja økið.

Síðani lesa Gerhard Jónsson Mikkelsen, prestur, og Jóan Magnus Rasmussen frá samkomuni Hebron tekstbrot úr bíbliuni,.

Síðani verður biðin ein bøn og so verður sjálv vígslan, áðrenn endað verður við einum sálmi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659