Vitlíki er blivin ein partur av kappingini millum stórveldini

Vitlíki er blivin ein partur av kappingini millum stórveldini
Tað kom sum ein stórur skelkur hjá amerikanskum fyritøkum, at Kina nú hevur ment sítt egna vitlíki, sum nevnist DeepSeek
 
28.01.2025 - 19:58

Tað var størsta minking í nøkrum partabrævavirði yvirhøvur, tá amerikanska mikrokipp-fyritøkan Nvidia mánadagin misti 589 milliardir dollarar ella 17 prosent av sínum marknaðarvirði.

Orsøkin var DeepSeek - ein vitlíkistænasta hjá eini mestsum ókendari kinesiskari fyritøku. 

USA hevur roynt at hildið Kina frá at kunna menna vitlíki. Síðan 2022 hevur USA bannað allari sølu av mikrokippum til Kina, men tað hevur kortini ikki forðað Kina í at menna DeepSeek.

Vitlíki fær ein alsamt størri leiklut í okkara gerandisdegi, og tí eru stórveldini eisini farin at kappast um at menna vitlíki.

Gunnleygur Clementsen frá Tøknitænastuni sær tó ikki DeepSeek sum ein beinleiðis kappingarneyta hjá eitt nú ChatGPT, ikki minst tí at talan er um kinesiskt vitlíki, sum av sær sjálvum fær nógv á okkara leiðum at aftra seg við at brúka tað.

Hoyr innslag í útvarpstíðundunum á nátturða:

0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825
Leygardag 15. februar
H71 - Neistin, kvinnur
187824