Afturvendandi sveiggj millum Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin

bannari
Afturvendandi sveiggj millum Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin
Fleiri løgtingsval á rað hava verið eyðkend av einum sveiggi millum Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin. Soleiðis var eisini á løgtingsvalinum í gjár
 
27.03.2026 - 00:31

Tá ein flokkur gongur fram, gongur hin aftur. Og umvent.

Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin eru ofta at meta sum diametralir mótsetningar. Ein er til høgru, og hin er til vinstru. Ein er sjálvstýrisflokkur, og hin er samríkisflokkur.

Tí hevði kanska ikki verið væntandi, at veljarar fara millum teir báðar flokkarnar. Men tað tykist vera júst tað, sum er hent.

 

Sveiggj fleiri val á rað

Á løgtingsvalinum í 2011 fell Fólkaflokkurin fleiri atkvøður enn Javnaðarflokkurin. Og í 2015 fekk Javnaðarflokkurin fleiri enn Fólkaflokkurin. Í 2019 var umvent. Og aftur umvent í 2022.

Og á løgtingsvalinum, sum fór fram í gjár, gjørdist Fólkaflokkurin størri enn Javnaðarflokkurin.

Seinastu nógvu valini hava sveiggini verið so týðulig, at tað sær út til at hava fingið avgerandi týdning fyri úrslitið eftir eitt val. Tað ávirkar soleiðis eisini møguleikarnar at skipa stjórn, og hvønn politikk ið verður førdur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025