Nýggjur aðalskrivari í Barnabata

Nýggjur aðalskrivari í Barnabata
Hedvig Johansdóttir Høgnesen tekur við starvinum 1. mars
Hedvig Johansdóttir Høgnesen er nýggjur aðalskrivari í Barnabata.
 
31.01.2025 - 08:06

Barnabati hevur fingið nýggjan aðalskrivara.

Hedvig Johansdóttir Høgnesen er sett í starvið og byrjar 1. mars.

Hedvig er útbúgvin námsfrøðingur og cand.pæd.psyk.

Hon er við at enda sín magistaralestur í trivnaðar- og tilfeingissálarfrøði. 

Seinastu 15 árini hevur Hedvig Johansdóttir Høgnesen starvast hjá Dugna, fyrst sum deildarleiðari og síðani sum stjóri seinastu 10 árini.

Í oktober í fjør fór Djóni Eidesgaard frá sum aðalskrivari í Barnabata. 

Hann var aðalskrivari í stívliga 11 ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 1. mai
Vikuskiftið 1 mei 2026
207813
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta í Havnar kirkju
207806
Hósdag 30. apríl
RagnarRokk 30.apríl 2026
207342
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 2. mai
Andakt
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781
Fríggjadag 1. mai
Guðstænasta úr Havnar kirkju
207810
Fríggjadag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207805
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472