Géza til enskan fótbólt

Géza til enskan fótbólt
Skiftir úr Víkingi til fjórðbestu deildina í Onglandi
Mynd: Leit/Finnur Justinussen
Mynd: Mynd: Leit/Finnur Justinussen  
 
01.02.2025 - 10:07

Géza Dávid Turi skiftir til enskan fótbólt.

Tað er Grimsby Town, sum hevur keypt spælaran frá Víkingi.

Géza Dávid Turi hevur seinastu vikurnar verið settur í samband við enska felagið, sum spælir í fjórðbestu deildini, League Two, og í gjárkvøldið kunngjørdu bæði Víkingur og Grimsby, at nú var komið á mál.

- Vit eru fegin um at kunna bjóða Géza vælkomnan til felagið eftir at hava hildið eyga við honum í eini tíð. Hansara tamarhald og tøkniligu førleikar við bóltinum, serliga undir trýsti, hevur hugtikið okkum. Tað liggur væl fyri hjá honum, tá hann fær bóltin í trýstum støðum, har hann verður verandi róligur og tryggur. Hann hevur spælt fitt av dystum fyri sín aldur, og fer hann at styrkja um hópin, sigur høvuðsvenjarin hjá Grimsby, David Artell, við heimasíðuna hjá felagnum. 

Enska ævintýrið
Nýggi spælarin er spentur upp á nýggja ævintýrið í enskum fótbólti. 

- Eg eri sera fegin fyri, at avtalan endaliga er komin í hús. Og eg gleði meg at lata meg í svørtu og hvítu troyggjuna og møta fjepparunum, sigur Géza Dávid Turi við heimasíðuna hjá Grimsby.

Og í Gøtu ynskir nú gamla felagið honum alt tað besta. 

- Tað er við blandaðum kenslum - at vit siga lítla Geza farvæl - men sum felag eru vit stolt av, at selja enn ein leikara til útlandið. Vit takka Geza fyri tíðina og ynskja honum allarbestu eydnu í Onglandi. Eisini vænta vit at hann veit, at dyrnar í Sarpugerði altíð standa opnar, skuldi hann vent heim aftur at spælt einaferð, skrivar Víkingur á Facebook. 

Grimsby spælir í dag móti Bromley, men av tí at almenna loyvið ikki er komið upp á pláss enn, verður Géza Dávid Turi ikki klárur til dystin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375