Røktarheim í Hoyvík: Næstan 40 milliónir á muni

Røktarheim í Hoyvík: Næstan 40 milliónir á muni
Articon hevur lægsta tilboðið, sum er góðar 297 milliónir kr.
Tá tilboðini upp á røktarheimið í Stórubrekku í Hoyvík vóru latin upp fríggjadagin.
Mynd: Tórshavnar kommuna  
 
03.02.2025 - 08:06

Næstan 40 milliónir eru á muni millum lægsta og hægsta tilboð upp á byggja røktarheimið í Stórubrekku í Hoyvík.

Fimm tilboð komu.

Articon hevur lægsta tilboðið, 297 milliónir og 421.000 krónur.

J&K Petersen hevur hægsta tilboð, 336 milliónir og 682.000 kr.

Øll tilboðini eru uttan meirvirðisgjald og uttan fyrivarni.

 

64 búpláss og dagtilboð til 50

Tórshavnar kommuna fer nú at viðgera øll tilboðini

Røktarheimið í Stórubrekku fer at hava 64 búpláss og dagtilboð til 50 eldri, sum búgva heima. 

Harumframt vera 16 røktaríbúðir til einstaklingar og pør, tær fyrstu av sínum slagi í Føroyum.

Røktarheimið verður væntandi liðugt í seinnu helvt í 2027, sigur Tórshavnar kommuna.   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. mai
Veðrið
192138
Týsdag 20. mai
3-2 (28. apríl 2025)
192112
Týsdag 20. mai
3-2 (19. mai 2025)
192108
Sunnudag 18. mai
Andakt
192017