Vænta lítlan útróður hesa vikuna

Vænta lítlan útróður hesa vikuna
Streymurin er harður, men batnar sum vikan gongur
Trý frystilínuskip eru við Ísland, og fýra eru við Føroyar. Hini liggja. (Savnsmynd)
 
03.02.2025 - 08:43

Nú liggja bæði ísfiskalínuskipini,

Trý frystilínuskip eru við Ísland, og fýra eru við Føroyar. Hini liggja.

Streymurin er harður, men batnar sum vikan gongur. 

Men veðrið verður ikki gott, so Fiskamarknaðurin væntar lítlan útróður nú í vikuni. 

Tveir ísfiskatrolarar eru á Íslandsrygginum og fiska tosk. Ein frystitrolari fiskar svartkalv. Hinir liggja.

Allir partrolarar, uttan eitt par, eru úti og hava brúkiligt fiskarí, skrivar Fiskamarknaðurin.

Tveir trolbátar eru á Skeivabanka, ein er eystanfyri, og tveir eru norðanfyri. Teir fiska havtasku, tosk og hýsu. 

Tvey garnaskip fiska svartkalva. Tey hava smáligt fiskarí, skrivar Fiskamarknaðurin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. september
Nýtt ljóð
213059
Hósdag 10. september
Eitt korter við jazzi
213032
Hósdag 10. september
Morgunlestur hósdagur 10. september
212705
Mikudag 9. september
Skratsj 9. sep. 2026
212998
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878