Samgongutinglimur sigur nei til landingar uttanlands

Samgongutinglimur sigur nei til landingar uttanlands
-Tað kemur ikki uppá tal at broyta sjófeingislógina, so helvtin av uppsjóvarfiskinum kann landast uttanlands sigur Bjarni Hammer um ætlanina hjá Dennis Holm
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.02.2025 - 18:31

Tað er sum býráðslimur á Tvøroyri, at Bjarni Hammer - saman við øllum hinum í Tvøroyrar Býráð - í hoyringssvari frá kommununi staðliliga mótmælir, at sjófeingislógin verður broytt, so skipini fáa loyvi at landa helvtini av veiðuni uttanlands.

Kommunan hevur latið sítt hoyringarsvar, nú Dennis Holm ætlar at gera fleiri broytingar í sjófeingislógini, og herfyri sendi lógaruppskot um tað til hoyringar. 

Men Bjarni Hammer er eisini løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin. Og har ætlar hann at gera sína ávirkan galdandi. Bjarni Hammer tekur snøgt sagt ikki undir við at broyta markið fyri landingum uttanlands úr verandi 15 prosentum upp í 50 prosent.

Løgtingsmaðurin fyri Javnaðarflokkurin er av tí greiðu fatan, at samfelagið missir nógv meira enn tað vinnur við at loyva skipunum at landa helvtina av uppsjóvarfiskinum uttanlands. Og tí tekur hann als ikki undir við uppskotinum hjá landsstýrismanninum.

 

Ætlaðu broytingarnar í sjófeingislógini hava verið til hoyringar, men enn hevur landsstýrismaðurin ikki borið tær í løgtingið.

Hoyr innslag:

BjarniHammer_-_jbh_-_1800

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650