Tað er hart men tað ber til

Tað er hart men tað ber til
KVINNUR Í ÍTRÓTTI: Astrið Nanly Breckmannn og Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe taka miðnámsútbúgving og íðka ítrótt á elitustigi
Fimleikarin Astrið Nanly Breckmann og hondbóltsspælarin Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe.
Mynd: Eyðvør Klakstein  
 
04.03.2025 - 10:00

Fimleikarin Astrið Nanly Breckmannn og hondbóltsspælarin Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe brúka nógva tíð til ítróttin, samstundis sum tær taka miðnámsskúlaútbúgving. 
Astrið og Anna Elisabeth ganga báðar á Glasi í Havn, og Astrið hevur valt at taka miðnámsútbúgvingina í fýra ár fyri at fáa størri rúmd til ítróttin. 
– Tað er hart og strævið, men tað ber til, og tað ræður um at nýta tíðina, sum er tøk til familju og vinir, væl, tí eingin megnar eitt lív, sum er seriøst alla tíðina, sigur Astrið Nanly Breckmann. 
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe var við á hondbóltslandsliðnum, sum spældi EM-endaspæl í Basel í desember. Hetta tíðarskeiðið kravdi ítrótturin mest sum alt av henni.
– Tað var sera strævið, men tað var eisini stuttligt og avbjóðandi, sigur hon.
Fjórði partur av poddvarpsrøðini Kvinnur í ítrótti, sum snýr seg um elituítrótt og miðnámsskúla, kann hoyrast her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. mars
Morgunlestur týsdagur 17.mars 2026
205617
Mánadag 16. mars
Valkøn mánakvøldið 16. mars
205726
Mánadag 16. mars
Norðurljóð 16.mars 2026
205382
Mánadag 16. mars
RagnarRokk: Chase Wilson um Endless
205697
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. mars
Trapputing í Tórshavn
205724
Mánadag 16. mars
Veðrið
205709