Høgaberg fer nú í vinnu

Høgaberg fer nú í vinnu
Nýggi Høgaberg er eitt sera framkomið skip, sum hevur støddina til at fáa meira burtur úr svartkjaftinum, sigur reiðarin
Høgaberg fer fyrstu tíðina at fiska svartkjaft.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.02.2025 - 16:17

Nýggjasta uppsjóvarskipið í flotanum er 88 metrar langt, 17,5 metrar breitt og tekur umleið 3400 tons. Harumframt er skrokkurin, serliga stevnið, bygt soleiðis, at skipið er sera gott í sjónum.

- Høvuðsorsøkin til, at vit hava bygt eitt so mikið stórt skip er, at á henda hátt ber til at fiska stórar nøgdir av svartkjafti, sjálvt í ringum veðri á vetrartíð. Soleiðis fæst meira burtur úr hesum risa stóra tilfeingi, sigur Anfinn Olsen, reiðari og stjóri í Framherja.

Skipið er eisini gjørt út til framtíðar krøv um grønar orkuloysnir. Orkan frá stóru tólunum umborð verður goymd í battarískipanum og endurnýtt, og eisini kann skipið taka allan tann landstreym, sum havnirnar kunnu veita, og harvið liggja við bryggju uttan at brúka olju.

 

Anfinn Olsen.

 

Trý ættarlið

Áv brúnni á nýggja Høgabergi, sum kostar meira enn 340 milliónir krónur at byggja, fegnast Anfinn Olsen um, at komið er so langt við tí, ið byrjaði á Toftum fyri góðum 55 árum síðani.

Í 1968 stovnaði Jógvan Ingvard Olsen á Toftum, saman við øðrum, reiðaríið P/F Regn, og longu árið eftir fór nýbygningurin Stapin í vinnu.

Anfinn Olsen var við til at stovna Framherja í 1994, og keypti felagið skipið Beinir, ið fekk navnið Akraberg. Sonur Anfinn Olsen, Jógvan Ingvar Olsen, er nú annar av skiparunum á nýggja Høgabergi.

- Tað er ein serlig kensla at standa her, trý ættarlið, sum hava verið í fiskivinnuni samanhangandi í so nógv ár, sigur Anfinn Olsen.

Móttøka og dópur vóru fyri nýggja Høgabergi í Fuglafirði fríggjadagin 31. januar. Fyrstu tíðina í vinnu fer Høgaberg at fiska svartkjaft. 

Sí innslag í Degi og viku:

 

20250131_HOGABERG

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 10. desember
Hetjur í hæddunum
73356
Mikudag 10. desember
Vigdís 2:4 - teknmálstulkað
201326
Mikudag 10. desember
Vigdís 1:4 - teknmálstulkað
201310
Mikudag 10. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201294
Týsdag 9. desember
Veðrið
201256