Hevur sent formanninum í Ríkisdegnum samkensluheilsan

Hevur sent formanninum í Ríkisdegnum samkensluheilsan
Løgtingið mintist tey, sum lótu lív av skottilburðinum í Svøríki
 
07.02.2025 - 08:38

Løgtingið mintist í gjár tey 11 fólkini, sum doyðu, tá ein maður skeyt frá hond í Campus Risbergska, einum skúla í Örebro í Svøríki, týsdagin.

Tingfólk mintust tey deyðu við tøgn.

Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, segði:

"Týsdagin 4. februar hendi eitt syrgiligt álop á Campus Risbergska, einum skúla í Örebro í Svøríki, har skotið varð frá hond og 11 fólk lótu lív, og fleiri vórðu særd. At ung fólk ikki kunnu kenna seg trygg í einum skúla, er ein støða, sum fram til nú hevur verið mestsum óhugsandi í Norðurlondum.

Vit fara í dag at byrja tingfundin við einari stillari løtu saman at sýna samkenslu við teimum svium, sum hava mist lívið og teimum, ið mist hava síni kæru í hesi ræðuligu hending.

Fari at heita á tingfólk um at reisast og í tøgn minnast ofrini og sýna svium okkara djúpastu samkenslu.”

Løgtingsforkvinnan hevur sent svenska starvsbróðuri sínum, Andreasi Norlén, formanni í Ríkisdegnum samkensluheilsan.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672