- Gomul skuld er orsøkin

- Gomul skuld er orsøkin
Tað sigur føroyingurin, sum er ákærdur í stóra rúsevnismálinum, sum hesa vikuna er fyri í rættinum
Løgreglan úti í Bakka, har báturin, sum smuglaði rúsevnini, lá við bryggju í august í fjør
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.03.2025 - 18:48

Gomul skuld førdi til, at ein føroyingur í 30'unum kendi seg noyddan at taka ímóti tveimum posum við hassji og amfetamini, sum við seglbáti vóru smuglað til Føroya í august í fjør. Og tað var eisini gomul skuld, sum gjørdi, at danski eigarin av bátinum kendi seg noyddan at taka 23 kilo av hassji og 3,8 kilo av amfetamini til Føroyar.

Hetta var nakað av tí, sum kom fram á rættarfundinum í dag í tí, sum verður roknað sum størsta rúsevnismál í Føroya søgu. Seks fólk eru ákærd í málinum. Ein føroyskur maður í 30'unum og fimm danir - ein kvinna í 60'unum og fýra menn, sum allir eru í 40'unum.

Skyldaði 100.000 kr.

Føroyingurin segði, at tað var undir Copenhell-tónleikafestivalinum síðst í juli í fjør, at hann fekk eini boð á Snapchat um, at hann skuldi taka ímóti onkrum í Føroyum seinni tað summarið. 

Føroyingurin, sum í eitt longri tíðarskeið hevði verið illa bundin av rúsevnum, hevði nøkur ár frammanundan havt 100.000 krónur í skuld, sum hesin maðurin á Snapchat onkursvegna hevði syrgt fyri at fáa út av verðini. Tí kendi føroyingurin seg nú standa í skuld til hendan mannin, og at hann ikki kundi sýta fyri at hjálpa honum í hesum.

Føroyingurin varð handtikin heima hjá sær sjálvum í Havn stutt eftir, at hann hevði verið í Vágsbotni og avheintað teir báðar posarnar við rúsevnum.

Bátaeigarin eisini stóra skuld

Í dag vóru eisini eigarin av bátinum og síðani stýrimaðurin avhoyrdir.  Eigarin av bátinum segði, at hann hevði eina skuld uppá hálva millión, sum kom av spæli. Tí kundi hann heldur ikki siga nei, tá ein maður vendi sær til sín og bað seg taka rúsevnini við til Føroya við bátinum. 

Eigarin játtaði seg sekan, men legði fleiri ferðir dent á, at eingin av hinum, sum vóru við umborð á bátinum, og sum eisini eru ákærd í málinum, vistu nakað um, at rúsevni vóru umborð. Ein av hinum trimum, sum vóru við á ferðini, er mamma hansara. Hon verður avhoyrd í morgin.

Stýrimaðurin segði seg einki vita um, at nøkur rúsevni vóru goymd umborð, men ákæruvaldið hevði ilt við at trúgva honum. Millum annað bleiv víst til fleiri samskifti, sum stýrimaðurin hevði á Snapchat við fólk í Danmark undir ferðini til Føroya, og sum góvu greiðar ábendingar um, at hann visti, hvørji veruligu ørindini í Føroyum vóru.

Mamma skal avhoyrast

Í morgin skal 63 ára gamla kvinnan, sum altso er mamma eigaran av bátinum, avhoyrast. Tað sama skulu tveir menn í 40'unum, sum ikki vóru við á ferðini til Føroya, men sum eru ákærdir fyri at hava lagt ætlanina til rættis.

Eigarin av bátinum játtar seg sekan. Hini fimm ákærdu nokta seg sek. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650