USA bjóðar av í handilskríggi við Kanada og Meksiko

USA bjóðar av í handilskríggi við Kanada og Meksiko
Donald Trump, forseti, hækkaði fyrst tollgjøldini, og nú svara Kanada og Meksiko aftur
Donald Trump, forseti,
 
05.03.2025 - 11:27

USA hevur bjóðað grannalondunum Kanada og Meksiko og Kina av í handilskríggi, eftir at Donald Trump mánadagin helt sítt lyfti um at seta hægri toll á vørur, sum verða innfluttar úr hesum trimum londunum.

Meksikanski forsetin, Claudia Sheinbaum, hevur sagt, at Meksiko fer at svara aftur sunnudagin, og kanadiski forsætisráðharrin, Justin Trudeau, var sera hvassorðaður, tá hann á tíðindafundi í gjár boðaði frá, at Kanada svarar aftur við eisini at seta ein 25 prosent toll á amerikanskar vørur.

 

Justin Trudeau, forsætisráðharri í Kanada. (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

 

Trump herðir handilskríggið

Í gjárkvøldið svaraði Donald Trump á sosiala miðlinum Truth Social, at USA fer at svara kanadisku tollinum aftur. Tollgjøldini vóru hækkað, tí USA í fyrstu atløgu hevði hækkað síni tollgjøld.

- Gerið so væl og greiðið Trudeau guvernøri í Kanada frá, at tá hann setur hevndartoll á USA, fer okkara tollur alt fyri eitt at hækka samsvarandi, skrivaði Donald Trump.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Trump kallar Justin Trudeau fyri "guvernørin í Kanada". Við hesum vísir Trump til, at hann fegin vil hava Kanada at gerast ein statur í USA - ein møguleiki, sum Justin Trudeau í gjár vísti aftur uppá tað harðasta.

 

Kina steðgar innflutningi av timbri og soyabønum 

Í Kina hava tey verið fyrireikað uppá, at USA fór at hækka tollmúrarnar. Kina hevur svarað aftur við at steðga innflutninginum av amerikanskum timbri  og soyabønum.

Og ES-nevndin heitir í eini felags yvirlýsing á USA um at endurskoða sína tilgongd.

- Við hesum stigum er vandi fyri at órógva altjóða handilin, skaða týðandi búskaparsamstørv og elva til óneyðugan ótryggleika í eini tíð, har altjóða samstarv er meira avgerandi enn nakrantíð, sigur ES-nevndin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345