Prísvøksturin í Grønlandi nógv størri enn væntað

Prísvøksturin í Grønlandi nógv størri enn væntað
Tað eru serliga útreiðslurnar til matvørur og bústað, sum hava ávirkað prístalið skeivan veg
Livikostnaðurin er eitt av evnunum í valstríðnum upp undir landstingsvalið í Grønlandi týsdagin.
Mynd: Sermitsiaq  
 
07.03.2025 - 08:18

Grønlendingar skulu á val týsdagin, og livikostnaðurin er eitt av evnunum í valstríðnum.

Og tað er ikki uttan orsøk, tí sambært grønlendsku hagstovuni, hækkaði prístalið í fjør 3,6 prosent, sum eisini er nógv meira  enn tað, sum grønlendska búskaparráðið hevði væntað.

Tað skrivar Sermitsiaq.

So seint sum í september í fjør metti grønlendska búskaparráðið, at prísvøksturin fór at vera 2,2 prosent. Men nú grønlendska hagstovan hevur gjørt árið upp, vísir tað seg, at prísvøksturin í fjør endaði á 3,6 prosentum. Tað er næstan 40 prosent meira enn tað, sum búskaparráðið metti.

 

Matvørur og bústaður

Tað eru serliga útreiðslurnar til matvørur og bústað, sum hava ávirkað prístalið skeivan veg. Matvøruprísirnir hækkaðu 3,6 prosent í fjør og býlisútreiðslurnar 6,3 prosent.

Sambært grønlendsku hagstovuni eru tað øktar útreiðslur til hita og leiguútreiðslur, sum fóru gjøgnum skipanina í fjør, og við ársbyrjan í ár, sum hava havt stóra ávirkan á prístalið.

Oljuprísurin hevur sína ávirkan á prístalið, men í fjør hækkaðu oljuprísirnir í Grønlandi ikki so nógv, sum teir áttu at gera.

Orsøkin er, at orkudeildin hjá KNI, sum grønlendska landsstýrið eigur, gjørdi av ikki at hækka prísirnar líka nógv sum veitararnir uttan fyri Grønland. Í staðin valdi KNI at brúka burtur av eginognini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161