Fólkatalið í Grønlandi minkar

Fólkatalið í Grønlandi minkar
 Døpru framskrivingarnar vísa, at um 25 ár er fólkatalið í Grønlandi komið niður á 46.000 fólk, tað eru 10.000 færri enn ídag
 
08.03.2025 - 22:45

Grønlendska samfelagið hevur stórar, demografiskar avbjóðingar. Á nýggjárinum búðu 56.542 fólk í Grønlandi, tað eru 157 fólk færri enn fyri einum ári síðani. Og verður einans hugt eftir fólki við donskum ríkisborgaraskapi, so er myndin enn daprari. Tí í 2024 minkaði talið av donskum ríkisborgarum í Grønlandi við 349 fólkum. 

Afturat tí kemur, at ikki síðani seinna heimsbardaga eru fødd so fá børn í Grønlandi sum í fjør. Einans 684 børn vórðu fødd í Grønlandi í 2024, tað eru 32 børn færri enn í 2023 og 60 børn færri enn í 2022.  

Tað, sum kortini heldur fólkatalinum í Grønlandi so nøkunlunda í stað, er økta tilflytingin, serliga úr londum í Asia. Á nýggjárinum búðu 1770 fólk úr Asia í Grønlandi, tað er nærum tvífalt so nógv sum fyri fimm árum síðani, tá 667 fólk úr Asia búðu í Grønlandi. Í hesum tølunum eru einans tey, sum hava asiatiskan ríkisborgaraskap. 

Tølini hjá grønlendsku hagstovuni staðfesta, at asiatar eru nógv tann størsti fólkabólkurin í Grønlandi, burtursæð frá fólki við donskum ríkisborgaraskapi. Til samanberingar eru 271 fólk við øðrum norðurlendskum ríkisborgaraskapi í Grønlandi, 344 fólk í Grønlandi hava annan evropeiskan ríkisborgaraskap, 106 fólk hava amerikanskan ríkisborgaraskap og 35 hava afrikanskan ríkisborgaraskap.  

  

Ein fimtingur færri 

Nýggjasta fólkaframskrivingin hjá grønlendsku hagstovuni var gjørd í fjørsummar. Framskrivingin vísir, at fólkatalið mest sannlíkt fer at minka við einum fimtingi næstu 25 árini. Tað merkir, at í 2049 búgva 46.390 fólk í Grønlandi, heili 10.000 færri enn í dag.  

Óvissur eru sjálvandi við slíkum framskrivingum, eins og ymist er, hvørjir faktorar verða tiknir við. Í hesi framskriving verður støði tikið í teimum, sum búgva og eru fødd í Grønlandi, meðan talið á teimum, sum eru fødd uttanfyri Grønland, verður sett til tað sama øll árini. Hesi eru umleið 6700 fólk. Í fólkaframskrivingini verður eisini staðfest, at stóru árgangirnir frá sekstiárunum koma í ein aldur við høgari deyðiligheit, samstundis sum nýggju árgangirnir eru smáir. Roknað verður við, at næstu árini verða færri enn 600 børn fødd í Grønlandi um árið. 

Nýggjasta greiningin hjá grønlendska búskaparráðnum, sum er frá januar í ár, staðfestir eisini at talið av børnum, ungum og fólki í arbeiðsførum aldri minkar, samstundis sum talið av eldri økist. Ítøkiliga merkir tað, við støði í somu framskriving, at talið av børnum og ungum upp til 16 ár, minkar ein triðing næstu 25 árini, úr umleið 12.800 niður í 8700 fólk. Og tey í arbeiðsførum aldri, frá 17 til 65 ár, gerast 8000 fólk færri næstu 25 árini. Hinvegin økist talið av teimum, sum eru 65 ár og eldri, úr 5700 til 8400 næstu tíggju árini, fyri síðani at minka niður í umleið 6900 fólk um 25 ár.  

Grønlendska Búskaparráðið staðfestir somuleiðis, at børnini og tey ungu í grønlendska samfelagnum gerast færri í tali enn higartil mett. Bæði tí at færri børn verða fødd, og tí at vaksandi tal av grønlendskum ungdómi flytir av landinum. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. juli
Morgunlestur hósdagur
211202
Mikudag 22. juli
Summarbeiti 22. juli 2026
211207
Mikudag 22. juli
Morgunlestur mikudagur
211166
Týsdag 21. juli
Millum tøkini #14: Sundalagsstevna
211178
Týsdag 21. juli
Summarbeiti 21. juli 2026
211171
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097