FNU: Lækkið ikki partafelagsskattin hjá oljuleitingarfeløgum

FNU: Lækkið ikki partafelagsskattin hjá oljuleitingarfeløgum
Tað er bæði óskiljandi og ábyrgdarleyst at lækka partafelagsskattin hjá feløgum, sum vilja leita eftir olju undir Føroyum, fyri at fáa gongd á oljuleitingina, heldur FNU
Umboð fyri FNU á hoyringsfundi hjá Fíggjarnevndini
Mynd: FNU  
 
12.03.2025 - 08:09

Føroya náttúru- og umhvørvisfelag, FNU, mælir staðiliga frá at lækka partafelagsskattin hjá feløgum, sum vilja leita eftir olju undir Føroyum.

Tað ger felagið í hoyringssvarið, nú Fíggjarnevndin hjá løgtinginum í løtuni viðger eitt uppskot hjá andstøðuflokkunum um at lækka kolvetnisskattin úr 27 prosentum niður í 18 prosent, sum er vanligur partafelagsskattur.

Orsøkin, sum er at fáa føroyska oljuvinnu í gongd, er bæði óskiljandi og ábyrgdarleys, sigur FNU.

 

Føroyar millum størst CO2 útlát

FNU sigur, at veðurlagsvísindi sigur greitt, at skulu vit megna at avmarka hækkandi miðalhitan til at vera undir hálvumøðrum stigi, má heimurin steðga olju- og gassútvinningi skjótast gjørligt.

Føroyar er millum tey lond í heiminum, sum hava størst CO2 útlát fyri fólkið, sigur FNU. 

"Vit hava tí serliga ábyrgd at ganga undan í grøna orkuskiftinum."

Men hetta uppskotið um at lækka kolvetnisskattin fer beint øvuta vegin, sigur Føroya náttúru- og umhvørvisfelag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. juli
RagnarRokk 30.juli 2026
209740
Hósdag 30. juli
RagnarRokk: Phil Pendergast um Khemmis
209739
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373