Vox Pop um at hækka pensjónsaldurin: Tey ungu siga ja - tey eldru kortanei

Vox Pop um at hækka pensjónsaldurin: Tey ungu siga ja - tey eldru kortanei
Meiningarnar eru ymiskar um uppskotið at hækka pensjónsaldurin til 70 ár. Ung á Glasi skilja væl, at pensjónsaldurin skal hækka, meðan eldri fólk eru harðliga ímóti
Tilvildarlig savnsmynd
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.03.2025 - 12:14

Í dag var fyrsta viðgerð av uppskotinum um at hækka pensjónsaldurin til 70 ár.

Í tí sambandi hava vit verið á Glasi og á gongugøtuni í Havn og spurt, hvat fólk halda um hetta.

Meiningarnar eru ymiskar um uppskotið at hækka pensjósnaldurin til 70 ár. Á gongugøtuni eru tey samd um, at pensjónsaldurin ikki skal hækkast 

"Eg eri rasandi inn á politikararnar," sigur ein eldri kvinna. 

 

Ung skilja hækkingina í pensjónsaldrinum

Ung á Glasi skilja væl, at pensjónsaldurin skal hækkast, men tey halda tó, at tað burdi verið tillagað eftir, hvat slag av arbeiði man hevur.

Vit skulu eisini vera betri at fáa fólk heim aftur eftir loknan lestur.

Pensjónsaldurin skal hækkast, men núverandi løgting- og landstýrisfólk hava framvegis rætt til eftirløn, tá tey eru 60 ella 67 ár. Lógirnar um løn og eftirløn hjá ting- og landsstýrisfólki er eftir nógvar ákoyringar nú broytt, men tað verður galdandi fyri komandi løgting og landsstýri.

Fólk á Glasi og á gongugøtuni halda tó lítið um, at núverandi løgtings- og landsstýrisfólk fara at hava rætt til at fáa eftirløn, tá tey eru 60 ár.

 

voxpop_um_pensjonsaldurin


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091