U17-fótbóltskvinnurnar skulu spæla móti Hollandi, Eysturríki og Noregi

U17-fótbóltskvinnurnar skulu spæla móti Hollandi, Eysturríki og Noregi
Holland, Eysturríki og Noregi vera londini, sum U17-kvinurnar í fótbólti skulu spæla ímóti í fyrsta EM-endaspælinum í Føroyum nakrantíð frá 4. til 17. mai
Maria Ziskason var vertur fyri lutakastinum
 
26.03.2025 - 12:55

Í mai verður eitt EM-endaspæla í fótbólti fyri fyrstu ferð fyriskipað í Føroyum. U17-kvinnulandsliðið hjá Føroyum sleppur at taka lut, nú endaspælið er í Føroyum. 

Eysturríki, Frakland, Italia, Holland, Noreg, Pólland og Spania, ið eru verandi meistarar, umframt Føroyar sum vertsland, eru londini, sum frá 4. til 17. mai fara at dystast um evropameistaraheitið í Føroyum. 

Dystirnir í kappingini verða spældir á Djúpumýru og á Tórsvølli.

 

Holland, Eysturríki og Noregi

Í dag varð lutakastið í Varpinum í Klaksvík um, hvørjum Føroyar skulu spæla ímóti, . 

Londini blivu býtt í tveir bólkar, og tað var føroyska fótbóltslegendan, Rannvá B. Andreasen, ið hevði fingið heiðurin at draga lut. 

Tá avtornaði, so komu Føroyar í bólk A saman við Hollandi, Eysturríki og Noregi. 

Í bólki B eru Spania, Italia, Frakland og Pólland. 

 

Finalan á Tórsvølli 17. mai

Innleiðandi dystirnir verða spældir frá sunnudegnum 4. mai til sunnudagin 11. mai. Hálvfinalurnar vera spældar mikudagin 14. mai, og síðani verður finalan á Tórsvølli sunnudagin 17. mai.

Í fjør varð endaspælið í Svøríki, sum endaði við at Spania bleiv evropameistari. Í finaluni vunnu spaniólar 4-0 á Onglandi, ið ikki hevur megnað at spæla seg til endaspælið í Føroyum.

Føroyar skulu spæla allar sínar dystir í Klaksvík. 

Lutakastið kann síggjast á Youtube-rásini hjá FSF. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017