Vinnan fegnast um heilusfrøðiliga sáttmálan við Kina

Vinnan fegnast um heilusfrøðiliga sáttmálan við Kina
Hetta er stórt framstig, sigur stjórin í Vinnuhúsinum, sum eisini eftirlýsir fríhandilssáttmála við Kina
Nýggi sáttmálin við Kina fær stóran týdning fyri Havsbrún.
 
03.04.2025 - 10:06

Nýggjur heilsufrøðiligur sáttmáli millum Føroyar og Kina er júst undirskrivaður.

Føroyar kunnu nú útflyta fiskamjøl og og lýsi til ídnað, umframt nógv fleiri fiskasløg til Kina. 

- Hetta er eitt stórt framstig, sigur Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum. Hann eftirlýsir fríhandilssáttmála við Kina.

 

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur verið í Bejing og skrivað undir heilsufrøðiliga sáttmálan. 

 

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, sum hevur verið í Beijing og skrivað undir sáttmálan, sigur, at tað er ikki óhugsandi, at vit fáa fríhandilsavtalu við Kina.

Nýggi sáttmálin fær eisini týdning fyri Havsbrún, sigur Odd Eliasen, stjóri.

- Hetta er ein spennandi heimur, sum nú verður latin upp fyri okkum, sigur hann. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

03042025__Sattmali_vid_Kina

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928