Polarstjørnan fer á sjógv í næstu viku

Polarstjørnan fer á sjógv í næstu viku
Skipið fekst á beint aftur á Klaksvíkar sleipistøð í februar, og nú er umvælingararbeiðið um at vera liðugt
Polarstjørnan fekst á beint aftur í februar, og í næstu viku fer hon aftur á sjógv.
 
04.04.2025 - 12:20

- Polarstjørnar er um at vera liðugt umvæld á Klaksvíkar sleipistøð, og fer eftir ætlan á sjógv í næstu viku.

Tað sigur Frimodt Rasmussen, stjóri á Klaksvíkar sleipistøð.

Polarstjørnan hevur staðið á bedingini hjá Klaksvíkar sleipistøð síðani desember í fjør orsakað av einum óhappi.

Tað var 19. desember, at Polarstjørnan koppaði av bedingsvogninum, tá ið hon skuldi takast upp. Skipið var komið umleið hálva leið úr sjónum, tá óhappið hendi, men stutt eftir kundu kavarar staðfesta, at Polarstjørnan hevði ikki fingið skaða.

 

Frimodt Rasmussen, stjóri á Klaksvíkar sleipistøð.

 

Aftur á beint

Men í februar mánaði eydnaðist við serkønari hjálp úr Danmark at fáa skipið á beint aftur. 

Ætlanin var tá, at Polarstjørnan skuldi sigla til Havnar, har hon skuldi upp á beding hjá MEST, men síðani var avrátt at Klaksvíkar sleipistøð skuldi umvæla skipið.

Vognurin, sum skipið stendur á, er umvældur, og nú er so ætlanin at fáa skipið á sjógv aftur í næstu viku, sigur Frimodt Rasmussen, stjóri á Klaksvíkar sleipistøð.

Hanus Hansen, reiðari á Polarstjørnini, sigur í stuttari viðmerking, at skipið verður riggað til, og so verður farið aftur til fiskiskap.

Polarstjørnan er bygd í Noregi í 1971, hon er 417 bruttotons, og er góðar 37 metrar long.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025