Zelensky: Kinesarar hjálpa russiska hersetingarvaldinum

Zelensky: Kinesarar hjálpa russiska hersetingarvaldinum
Sambært ukrainska forsetanum høvdu kinesisku fangarnir skjøl við persónligum upplýsingum uppi á sær
Volodymyr Zelensky, forseti, hevur sett seg í samband við kinesiskar myndugleikar, nú tveir kinesarar eru tiknir fangar á hermótinum.
Mynd: Shutterstock.com  
 
08.04.2025 - 14:46

Ukraina hevur tikið tveir kinesarar til fanga, sum stríddust í russiska herinum í Donetsk.

Tað skrivar ukrainski forsetin, Volodymyr Zelensky, á Telegram.

Hann skrivar eisini, at Ukraina hevur upplýsingar um, at tað eru væl fleiri kinesiskir ríkisborgarar í hersetingarvaldinum, sum hann kallar russiska herin.

Sambært Zelensky høvdu kinesisku fangarnir skjøl við persónligum upplýsingum uppi á sær. Tí hevur ukrainska uttanríkisráðið nú sett seg í samband við kinesiskar myndugleikar fyri at vita, hvat hetta snúyr seg um, skrivar danska TV2.

 

14.000 norðurkoreansk herfólk

Mett verður, at Norðurkorea hevur sent eini 14.000 herfólk at hjálpa Russlandi í stríðnum móti Ukraina, men hetta er fyrstu ferð, at herfólk úr Kina eru tikin á ukrainska hermótinum.

Rasmus Tantholdt, sum er korrespondentur hjá TV2 í Ukraina, sigur, at tað verður øgiliga avgerandi og áhugavert at vita, hvussu kinesisku hermenninir eru endaðir í russiska herinum.

Hann vísir á, at tað kann vera talan um sjálvbodnar kinesarar, sum hava valt at stríðast fyri Russland í Ukraina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360